Nýggj kanning: karakterstremban forðar fyri læring

Nýggj kanning: karakterstremban forðar fyri læring
Ein nýggj kanning vísir, at tá næmingar leggja ov stóran dent á próvtøl, kann tað millum annað forða fyri læring og trivnað hjá næmingunum.
 
06.08.2018 - 15:08

Leggur tú ov stóran dent á próvtøl, kann tað forða fyri læring, trivnað, hugdýping og fakligheit.

Tað vísir ein nýggj frágreiðing frá Center for Ungdomsforskning á Aalborg Universiteti, skrivar Jyllands-posturin.

Frágreiðingin byggir á granskingarúrslit og samrøður við lærarar og næmingar á 13 úrvaldum donskum miðnámsskúlum.

Kanningin vil vera við, at nakrir næmingar til dømis aftra seg við at rætta hondina upp og seta býttar spurningar, tí teir halda, at tað kann forða fyri at fáa próvtalið 10 ella 12.

Í staðin siga næmingarnir heldur tað, sum teir halda, lærarin vil hoyra - og kenna teir ikki svarið, tiga teir heldur enn at spyrja.

Hetta er ikki gott fyri undirvísingar- og læruumhvørvið, sigur Noemi Katznelson, professari, sum er leiðari fyri Center for Ungdomsforskning við JP:

"Próvtals-strembanin viðførir eina ógvuliga strategiska tilgongd hjá næmingunum. Teir hugsavna seg rætt og slætt um at fáa bestu próvtølini. Teir vilja vísa læraranum og látast, at teir eru áhugaðir og duga eitt fak, sigur Noemi Katznelson.

Frágreiðingin vísir eisini, at karakterstrembanin kann føra til eina avriks- og perfektiónsmentan, har nakrir næmingar verða sæddir sum vinnarar og aðrir sum taparar, tí ein miðalgóður karakterur ikki er nóg góður.

Center for Ungdomsforskning mælir við støði í frágreiðingini til, at ein nevnd verður sett at endurskoða og broyta skipanina við karakterum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371