Vunnu hugskotskapping um Faktorhúsini á Tvøroyri

Vunnu hugskotskapping um Faktorhúsini á Tvøroyri
Virðislønir eru latnar í hugskotskapping
Tvøroyrar kommuna hevur latið virðislønir fyri hugskotskapping.
 
27.07.2018 - 08:08

Ein arbeiðsbólkur hjá Tvøroyrar fornminnisfelag og Brim arkitektum vann kappingina um, hvussu Roykstovan ella Faktorhúsini á Tvøroyri skulu brúkast í framtíðini.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, handaði virðislønina á 6.000 kr., á Mentanarnáttini fyri einari viku síðani.

Onnur virðisløn, 4.000 kr, varð latin Siri Andreasen, og triðja virðisløn, 2.000 kr, varð latin Róki Tummasarson.

Vinnararnir fingu heiðursbræv.

Tvøroyrar kommuna, sum fyrr í ár keypti Roykstovuna fyri 600.000 kr., vildi hava hugskot um, hvat húsini skulu brúkast til.

Tvey nøvn

Roykstovan er eisini nevnd Faktorhúsini. 

Freistin at lata inn hugskot endaði á middegi 23.mai.

Roykstovan er miðskeiðis á Tvøroyri, yvir av bygdarsavninum og havnarlagnum. 

Grundøkið er 1268 fermetrar, og á tí standa sethúsini og hjallur.

Faktorhúsini eru fyrstu sethús, sum vórðu bygd á Tvøroyri, tað var í 1836.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163