Kæran um aling á Víkum ikki gingin á møti

Kæran um aling á Víkum ikki gingin á møti
Kæran frá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag um at økið Vesturi á Víkum í Vágum er umhvørvisgóðkent til aling, verður ikki gingin á møti.
 
27.07.2018 - 08:49

Alifelagið Hiddenfjord søkti í 2016 um at fáa umhvørvisgóðkenningina av aliøkinum í Sørvági til eisini at fevna um økið á Víkum. Hiddenfjord fekk loyvið í juni mánaða í 2017, men avgerðin var ikki lýst alment. Ikki fyrrenn í november mánaða í 2017 varð avgerðin lýst alment við hoyringsfreist ásett til 27. desember í 2017.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag sendi eina kæru til Heilsu- og Innlendismálaráðið, har tey vístu á, at umhvørvisgóðkenningin tekur ikki nóg breið atlit til dálking og til lívfrøðiligt margfeldi. Harafturat var umhvørvisgóðkenningin latin uttan eina viðgerð av, hvussu laksaaling á Víkum fer at ávirka djóralívið í økinum og náttúruvirði, sum eru til gagns fyri fólk.

Harafturat vístu tey á, at tá umhvørvisloyvið varð givið í fyrra umfari, varð tað ikki lýst alment. 

Umhvøvisstovan, ið er myndugleikin, ið hevur givið umhvørvisgóðkenningina, hevur í sínum viðmerkingum til Heilsu- og Innlendismálaráðið sagt, at sama mannagongd til umhvørvisgóðkenningar varð brúkt á Víkum sum aðrastaðni. Har meta tey til dømis um dálking á umhvørvinum, sjógvumskifting og streymviðurskiftir.

Umhvørvisstovam hevði í sínum kanningum mett, at økið á Víkum livdi upp til krøvini og kundi góðkennast. Tað var tó við treytum, ið millum annað søgdu, at um dálkingin vísir seg at gerast størri enn mett, kann Umhvørvisstovan seta avmarkingar á virksemi.

Heilsu- og Innlendismálaráðið sigur í síni niðurstøðu, at Umhvørvisstovan átti at lýst umhvørvisgóðkenningina alment beinanveg, men at tað varð gjørt eitt sindur seinni, og tí verður mett, at tey hava fylgt teimum treytum. 

Heilsu- og Innlendismálaráðið metir sum heild, at Umhvørvisstovan hevur viðgjørt málið á nøktandi hátt og sett nøktandi treytir í góðkenningini av aliøkinum á Víkum. Tó seta tey eisini spurnartekin við, at ein umhvørvisgóðkenning, ið er frá 1998, verður brúkt í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151