- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysku liðini taptu
Í Gundadali tók B36 ímóti turkiska stórfelagnum Besiktas. Úrslitið gjørdist tvey null til Besiktas, sum eisini var støðan í hálvleikinum.
Málini hjá Besiktas komu í áttanda og í seks og tjúgunda minutti.
Tað sást serliga í fyrra hálvleiki, at Besiktas var ein stórur biti hjá B36, men sum dysturin leið kom B36 meir við í dystin og kundi, um hepni var við teimum, komið á máltalvuna.
Víkingur spældi eisini í Europa League í gjár.
Víkingur var á vitjan í Georgia hjá Torpedi Kutaisi. Úrslitið gjørdist 3-0 til Torpedo Kutaisi.
Hetta var fyrri dystur av tveimum, ið skulu spælast í hesum undanumfarinum í Europa League. Komandi hósadag, 2. august, spælir Víkingur heimadyst ímóti Torpedo Kutaisi, og B36 skal til Turkalands at spæla móti Besiktas.