Færri brot á revsilógina í fjør

Færri brot á revsilógina í fjør
Í fjør vóru færri brot á revsilógina fráboðað enn undarin ár, sambært frágreiðingini hjá Ríkisumboðnum.
 
25.07.2018 - 12:41

Føroyingar skikkaðu sær betur í fjør enn undanfarin ár.

Í øllum førum vórðu nógv færri brot á revsilógina fráboðað í fjør enn undanfarin ár, sambært frágreiðingini hjá Ríkisumboðnum.

499 brot vórðu fráboðað í fjør. Tey vórðu 605 í 2016 og 610 í 2015. 

Í 2014 vórðu tey 700 og 738 í 2013. So talið er minkað ár undan ári.

Harðskapsmálini vóru nógv færri í fjør enn undanfarin ár, og fráboðaðu herverkini eru eisini færri í hagtølunum.

Onnur lógarbrot vóru tó fleiri í fjør enn onnur ár, so sum brot á rúsevnalógina og djóraverndarlógina.

61 fólk vórðu sett í varðhald ella í fongsul í fjør, og tað eru færri enn undanfarin ár.

Politiið stóð fyri 15 vígslum í fjør, men bara átta í 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835