Kennir seg illa viðfarnan og gevst á landsliðnum

Kennir seg illa viðfarnan og gevst á landsliðnum
Mesut Özil skrivar á Twitter, at hann kennir seg illa viðfarnan av týska fótbóltssambandinum. Hann gevst nú á týska landsliðnum.
Mesut Özil kennir seg sum offur fyri rasismu og gevst millum annað av teirri orsøk á týska fótbóltslandsliðnum.
 
24.07.2018 - 09:58

Tað hevur vakt ans millum týskar politikarar, at fótbóltsspælarin Mezut Özil hevur boðað frá, at hann gevst á týska landsliðinum.

Tað er eitt ávaringartekin, tá ið ein kendur fótbóltsleikari kennir seg sum offur fyri rasismu. Tað sigur týski løgmálaráðharrin, Katarina Barley, eftir at týski fótbóltsleikarin Mesut Özil hevur boðað frá, at hann ikki ætlar at spæla við týska landsliðnum aftur.

Tað skrivar dr.dk.

Mesut Özil skrivar á Twitter, at hann kennir seg illa viðfarnan av týska fótbóltssambandinum millum annað orsaka av vánaliga úrslitinum hjá týska landsliðnum í HM endakappingini.

Tað vakti ans, tá ið Özil, saman við einum øðrum týskum fótbóltsleikara við turkiskum uppruna, hitti turkiska forsetan Recep Erdogan í London undan turkiska forsetavalinum. Fundurin millum turkiska forsetan og fótbóltsleikararnar varð fyri nógvum atfinningum, millum annað frá týskum politikarum og týska fótbóltssambandinum. Forsetin í týska fótbóltssambandinum, Reinhard Grindel, ákærdi leikararnar fyri at lata seg misnýta til politiskan fyrimun fyri Erdogan.

Hetta hevur nú fingið Özil at taka seg úr týskum landsliðsfótbólti.

- Eg verið sæddur sum týskari, tá ið vit vinna, og sum turkur, tá ið vit tapa. Liðfelagar mínir við polskum uppruna fáa ikki somu viðferð. Er tað tí, at eg havi turkiskan uppruna? Tí eg eri muslimur? Rasisma kann ongantíð góðtakast, skrivar hann.

Sambært Katarinu Barley, løgmálaráðharra, er tað ein álvarslig støða, tá ið ein, sum hevur klárað seg so væl sum Özil, kennir seg óynsktan í Týsklandi og ikki kennir seg umboðaðan av politisku skipanini ella týska fótbóltssambandinum.

Týska fótbóltssambandið harmast um avgerðina, men vísir aftur, at Mesut Özil hevur fingið rasistiska viðferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878