Methøg hitastig kring allan heimin

Methøg hitastig kring allan heimin
Juni-mánaði í ár er fimtheitasti mánaðin nakrantíð, upplýsir NOAA, sum er miðstøðin fyri umhvørviskunning í USA.
 
24.07.2018 - 12:42

Í Japan eru meir enn 70 fólk deyð í hitabylgju, sum hevur rakt landið. Tað skrivar tíðindastovan TT.

Í gjár var nýtt hitamet í landinum. Hitin varð mátaður til 41,1 stig í býnum Kumangaya beint norðanfyri Tokyo.

Seinasta leygardag doyðu 11 fólk í Tokyo av hitanum. Hitin varð tá mátaður til 38 stig í japanska høvuðsstaðnum, skrivar CNN.

Japanska veðurstovan ávarar framvegis um sera nógvan hita í fleiri japanskum býum. 

Vandi fyri hitasjúkum er størri enn vanligt, skrivar veðurstovan og mælir fólki til at drekka nógv vatn, halda seg í skugganum og brúka luftskiftisskipan, sonevnda aircondition.

Í 2020 verða summar-olympisku leikirnir í Tokyo, og stúrt verður fyri, hvussu myndugleikarnir fara at loysa trupulleikan, um hitabylgja verður, skrivar týska tíðindastovan, DW.

Juni-mánaði í ár er fimtheitasti mánaðin nakrantíð, upplýsir NOAA, sum er miðstøðin fyri umhvørviskunning í USA.

Miðalhitin fyri land og havyvirflatuna í heiminum fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2018 er eisini roknaður til at vera sætt hægsti síðani slíkar skrásetingar byrjaðu í 1880.

Í Algeria mátaðu tey fyrr í summar 51,3 hitastig, og í Spania vórðu 47,3 hitastig mátað í fjør summar. 

Dan Mitchell, veðurlagsgranskari við lærda háskúlan í Bristol í Bretlandi, sigur við The Guardian, at hitabylgjur, sum vit uppliva á norðaru hálvkúlu, ikki bara eru orsakaðar av veðurlagsbroytingunum.

- Ótrúlig hitamet eru sett seinastu vikurnar. Kortini skulu vit ikki yvirtulka ávirkanina av veðurlagsbroytingunum, tí tað er greitt, at eisini onnur viðurskifti hava sína ávirkan, sigur Mitchell. 

Hann sigur, at eitt av hesum er jettstreymarnir, sum er vindar í luft-trýstinum, sum ávirka veðurbroytingar.

- Jettstreymurin, sum vit uppliva nú, er ótrúliga veikur, og tað ber m.a. við sær, at øki við hátrýsti verða verðandi í langa tíð yvir sama staði, sigur Mitchell við The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519