Fiskiskip skulu hava eldávaring

Fiskiskip skulu hava eldávaring
Tað er ikki í lagi, at fiskiskip, sum eru komin til Føroya fyri 1.januar 2014, ikki hava nakað krav um eldávaringarskipan, sigur Sjóvinnstýrið
Eldur kom í Vesturland í januar í fjør
 
20.07.2018 - 10:49

Øll fiskiskip í Føroyum skulu hava eldávaringarskipan fyri 1.januar næsta ár.

Tað er eitt serføroyskt krav hjá Sjóvinnustýrinum. 

Tað er ikki í lagi, at fiskiskip, sum eru komin til Føroya fyri 1.januar 2014, ikki hava nakað krav um eldávaringarskipan.

Tað heldur Sjóvinnustýrið, serliga eftir eldsbrunan á Vesturlandi í januar í fjør.

Tað vil siga, at øll fiskiskip skulu hava eldávaringarskipanir. 

Nógv reiðarí hava longu sett eldávaring í skipini, hóast einki lógarkrav hevur verið um tað, sigur Sjóvinnustýrið. 

Við nýggju ásetingini fær Sjóvinnustýrið heimild til at gera eina ítøkiliga meting um, hvussu hvørt einstakt skip á bestan hátt kann lúka nýggja kravið um eldávaring.

Orsøkin til hetta er, at fiskiskipini eru sera ymisk í aldri og innrætting, og tí ber ikki til at krevja ein og sama leist til øll skipini, sigur Sjóvinnustýrið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151