- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkingur ikki víðari í Champions League
Víkingur tapti í gjár 3-1 fyri finska meistaraliðnum HJK Helsinki. Dysturin var spældur í Finlandi. Málið hjá Víkingi skeyt Gunnar Vatnhamar.
Hetta var seinni dystur í undankappingini til Champions League kappingina. Fyrra dystin tapti Víkingur 2-1 á heimavølli. Sostatt tapti Víkingur samanlagt 5-2.
Hóast tapið í gjár, er hetta ikki eitt endaligt farvæl til evropiskan fótbólt fyri Víking í ár. Ásetingarnar siga, at liðini, ið ikki megna at spæla seg víðari í Champions League kappingini, fáa ein nýggjan møguleika í undankappingini til Europa League kappingina.
Í Europa League skal Víkingur spæla móti vinnaranum av dystinum millum FC Sheriff úr Moldova og Torpedo Kutaisi úr Georgia. Fyrra dystin millum hesi bæði vann Torpedo Kutaisi 2-1.