Eingin umróður kortini

Eingin umróður kortini
Ítróttardómstólurin hevur gjørt av, at fimmmannaførini hjá gentum ikki rógva umaftur, og at úrslitini frá Eystanstevnuróðrinum standa við.
 
16.07.2018 - 08:46

Gentur í fimmmannaførum skulu ikki rógva umaftur í FM-kappingini 2018.

Tað hevur Ítróttardómstólurin hjá ÍSF gjørt av. Hann hevur staðfest avgerðina hjá Dómsnevndini hjá Róðrarsambandinum.

Nevndin broytti avgerðina hjá Róðrarsambandinum um umróður. Úrslitið av róðrinum hjá fimmmannaførum við gentum á Eystanstevnu stendur tí við.

Átta bátar tjóvstartaðu

Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag kærdi róðurin á Eystanstevnu 16. juni, tí fleiri bátar byrjaðu at rógva, tá startdómarin rópti klárir. 

Upptøkur vístu, at ikki færri enn átta fimmmannafør við gentum fóru ov tíðliga av stað. 

Róðrarsambandið avgjørdi, at umróður skuldi verða á jóansøkustevnuni í Vági 23. juni.

Dómsnevndin broytti avgerðina

Men Argja Róðrarfelag og Hósvíkar Róðrarfelag kærdu hesa avgerð til Dómsnevndina hjá Róðrarsambandinum. Dómsnevndin broytti avgerðina og segði, at eingin umróður skuldi verða.

Ta avgerðina kærdi so róðrarfelagið Knørrur til Ítróttardómstólin hjá ÍSF. Men hann staðfestir nú avgerðina hjá Dómsnevndini.

Eingin umróður verður, og úrslitið á Eystanstevnu stendur við.

Endalig avgerð

Blikur av Argjum vann róðurin hjá fimmmannaførum við gentum á Eystanstevnu, Falkur úr Hósvík gjørdist nummar tvey og Drekin úr Havn nummar trý.

Ítróttardómstólurin sigur eisini, at Róðrarsambandið hevur onga heimild til fyrisitingarliga at døma umróður ella ógilda róður, tí bátur ella bátar fóru av tíðliga av stað.

Støðan hjá gentum í fimmmannaførum, nú ein róður er eftir, er tann, at Blikur hevur 37 stig, Tambar hjá Knørri í Havn hevur 35 stig og Drekin hevur 27 stig.

Úrskurðurin hjá Ítróttardómstólinum er endaligur.

Videoupptøkur frá Eystanstevnuróðrinum kunnu síggjast her: 

20180621_MUGU_ROGVA_UMAFTUR
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551