- Tíðindi, mentan og ítróttur
Putin og Trump hittast í Helsinki mánadagin
- Fundurin verður, sigur Sarah Sanders, talskvinna hjá amerikanska forsetanum við fjølmiðlafólk í Hvítu Húsunum.
Tað var í gjár, at enn fleiri russarar alment vórðu skuldsettir fyri at hava havt ein fingur við í spælinum, tá forsetavalið var seinast.
Fráboðanin um skuldsetingarnar elvdi til hvassan orðadrátt millum lWashington og Moskva, skrivar BBC.
Uttanríkisráðið í Russlandi sigur, at uppáhaldini eru reinir konspiratiónstankar, sum hava til endamáls at skaða stemningin frammanundan toppfundinum mánadagin.
Men amerikanski vara-løgmálaráðharrin, Rod Rosenstein, sigur, at greiða málið hjá teimum samansvornu var at ávirka forsetavalið í 2016.
Toppfundurin millum Vladimir Putin og Donald Trump verður í finska høvuðsstaðnum Helsinki mánadagin.