Dómar eru endaligir, revsingin ikki í annan rætt

Dómar eru endaligir, revsingin ikki í annan rætt
Revsingin í sonevnda øksamálinum verður ikki roynd í Landsrættinum
Avgerðirnar hjá nevningatinginum í Føroya rætti eru endaligar.
 
04.07.2018 - 12:26

Dómarnir í sonevnda øksamálinum eru endaligir.

Revsingin verður ikki skotin inn fyri Eystara landsrætt.

Freistin at fara víðari við revsingini er farin.

Tveir menn, 22 og 24 ára gamlir, vórðu í nevningatingi funnir sekir í sera grovum og vandamiklum harðskapi.

Tann 22 ára gamli varð dømdur í sálarfrøðiliga viðgerð á stovni í óasetta tíð.

Tann 24 ára gamli skal í fongsul í fýra ár.

Tá nevningating er, kann sektarspurningurin ikki skjótast inn fyri annan rætt, Hann er endaligur.

Men revsingin kann roynast í Landsrættinum. Tað verður hon ikki í øksamálinum. Dómarnir hjá nevningatinginum í Føroya rætti eru tí endaligir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049