Royna at toga Jaspis av

Royna at toga Jaspis av
Um middagsleitið skuldi ein roynd gerast at toga Jaspis av.
Mynd: Jónas Kallsberg Jacobsen  
 
03.07.2018 - 12:53

Klokkan hálvgum eitt er full flóð, og tá verður gjørd ein roynd at fáa ísfiskatrolaran Jaspis av. Jaspis fór á land sunnan fyri vitan á Kalsoynni um hálvgum tvey í nátt. Jaspis var á veg til fiskiskap, tá teir sigldu á land.

Brimil og Ametyst, sum Jaspis samtrolar við, eru hjá skipinum.

Kavari á Brimli hevur verið niðri og kannað botnin á Japsis, men eingin leki er at síggja.

Eingin vandi er á ferð, og eisini er gott veður, sigur skiparin á Brimli.

Tað er ikki greitt, hví Jaspis sigldi á land. 

Myndir: Jónas Kallsberg Jacobsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835