- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytaðan dóm fyri harðskap móti kommunulækna
Treytin er, at maðurin, sum er fyritíðarpensjónistur, tekur við teirri hjálp, sum honum verður boðin. Maðurin tók við dóminum.
Ákærin kravdi annars 40 daga treyaleysa fongsulsrevsing, sum er nógv í slíkum føri.
Verjin hjá manninum helt, at maðurin skuldi fáa treytaða revsing við teirri treyt, at hann tekur við hjálpini, sum honum verður boðin.
Hendingin, sum maðurin varð ákærdur fyri, byrjaði sambært ákæruritinum í viðtaluhølinum hjá kommunulæknanum í Klaksvík og helt fram í gongini uttanfyri.
Hetta var 22. desember í fjør, sum var fríggjadagurin fyri jól.
Maðurin vildi hava læknan at skriva sær heilivág, sum hann tók. Men læknin vildi ikki.
Maðurin noktar at hava verið so harðligur við kommunulæknan, sum hann varð ákærdur fyri. Millum annað noktar hann at hava lagt læknan niður inni í viðtaluhølinum.
Dóttir læknans, versonur hansara og tvey børn teirra vóru á staðnum. Tey sendu boð eftir politinum, og politiið tók tann 48 ára gamla mannin.