- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skatturin má hækka, um avgjaldið skal lækka
Skatturin má hækka, um avgjaldið skal lækka
Skal avgjaldið á dieseli og bensini lækka aftur, noyðist skatturin á lønum at hækka, sigur Kristina Háfoss
18.06.2018 - 16:45
Skal avgjaldið á dieseli og bensini lækka aftur, noyðist skatturin á lønum at hækka.
Tað er niðurstøðan hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, í svarinum til Bjørn Kalsøe, løgtingsmann, sum spurdi, um avgjøldini á dieselolju og bensini lækka aftur, nú oljuprísirnir eru hækkaðir nógv.
Kristina Háfoss svarar, at lækking hevði merkt, at meira má takast inn í lønarskatti fyri at menna og viðlíkahalda vegakervið og reka vælferðarsamfelagið.
Avgjaldið á bensini hækkaði 1. januar 2016 úr 2,40 krónur fyri liturin upp í 2,70 krónur.
Avgjaldið á dieseli hækkaði úr 50 oyrum upp í 75 oyru fyri liturin.
Hendan hækking gav landskassanum góðar 14 milliónir krónur í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV