- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strangari reglur í Føroyum enn í Danmark
Strangari reglur í Føroyum enn í Danmark
Óneyðugt at hava strangari reglur um trygging í Føroyum, heldur Arbeiðsgevarafelagið
13.06.2018 - 07:38
Tað er ikki neyðugt at hava strangari reglur fyri tryggingarfeløg í Føroyum enn í Danmark.
Tað heldur Føroya arbeiðsgevarafelag, nú uppskot um fimm tillagaðar kunngerðir um virksemi hjá tryggingarfeløgum hava verið til hoyringar.
Arbeiðsgevarafelagið skilur ikki, hví kunngerðirnar eru strangari enn danska lóggávan, sum tær byggja á.
Tað heldur Arbeiðsgevarafelagið ikki vera neyðugt. Felagið dugir heldur ikki at síggja, at landsstýrið grundgevur fyri, at strangari reglur skulu galda í Føroyum enn í Danmark.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV