- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjalda fyri at ganga út á Trælanípuna

Tað veit VP.fo.
Skipanin í Nípuhaga samsvarar við skipanina, sum er komin í gildi í Mykinesi, har hagapartnir hava gjørt avtalu við hiking.fo, sum skal hava vaktarhaldið í Mykinesi.
Fyribils er skipanin einans galdandi fyri bólkar, sum ætla sær gongutúr út á Trælanípuna. Einstaklingar sleppa tí undan gjaldinum.
Pengarnir, sum koma inn, fara til at gera eina gøtu niðan á Trælanípu og eina gøtu fram við vatninum og annars til viðlíkahald og ábøtur.
Gunnar K. Nattestad, sum er í hagastýrinum, sigur við VP.fo, at ætlanin ikki er at raka føroyingar, tí sleppa skúlaflokkur og onnur framvegis at ganga frítt.
- Hagin er undir sera nógvum trýsti frá teimum mongu ferðafólknum. Tey vitja hvønn dag og í øllum veðri. Hagafuglurin er mestsum horvin, og seyðurin trívist so illa úti á Trælanípuni, at lombini viga minni, enn tey plagdu.
Soleiðis verður sagt í eini fráboðan frá hagastýrinum, sum samstundis boðar frá, at frá mánadegnum verður ein nýggj skipan sett í verk saman við hiking.fo, har gjaldast skulu 100 krónur fyri hvønn, sum fer til gongu eftir Ovarugøtu, og at gøtan fram við vatninum verður stongd, tí hon er so slitin.
Skipanin verður sett í verk mánadagin 11. juni. Eftir hetta skulu allir túrar frammanundan gjaldast á www.hiking.fo, sigur hagastýrið í fráboðan.