Øksarmálið byrjar í morgin

Øksarmálið byrjar í morgin
Í morgin byrjar nevningatingið í Føroya rætti, har tveir menn eru ákærdir fyri drápsroynd
 
05.06.2018 - 10:44

Nevningatingið er í sambandi við hendingina 6. mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í Havn.

Ákæruvaldið bað fyrr í ár um nýggja mentalkanning av báðum monnunum.

Málið varð seinkað av hesum.

Linda Hesselberg, ákæri, segði tá, at ymsar orsøkir eru til seinkingina, men hon vildi ikki siga hvørjar.

Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí m.a. skulu nevningarnir svara, um menninir eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónur er sálarliga sjúkur nú, ella tá hann framdi gerðina. 

Sambært grein 16 kunnu slíkir persónar sum meginregla ikki verða dømdir í fongsul, men verða dømdir í sálarliga viðgerð. 

Fyrsti fundur í nevningatinginum er í morgin, 6. juni. Tilsamans seks dagar eru settir av í rættinum til nevningatingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981