- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirskotið hjá Næraberg minkað munandi
Hóast sølan øktist við 63 milliónum krónum, úr 269 milliónum til 332 milliónir krónur, gjørdist úrslitið hjá reiðarínum Næraberg 16 milliónir verri í 2017 enn árið fyri.
Síðstu árini hava annars verið góð hjá reiðarínum. Næraberg hevði 17,7 milliónir í yvirskoti í 2016, góðar 18 milliónir í 2015, 20 milliónir í 2014 og 12 milliónir í 2013.
Sambært tíðindaskrivi frá reiðarínum eru tað í høvuðsheitum tilfeingis- og uppboðssølugjaldið, sum nú fer avstað við yvirskotinum í felagnum.
Hanus Hansen vísir á, at Næraberg í fjør rindaði 81 milliónir krónur í tilfeingis- og uppboðssølugjaldi. Tað er stívliga tvífalt so nógv sum árið fyri, tá Næraberg rindaði 44 milliónir í tilfeingis- og uppboðssølugjaldi.
Av teimum 81 milliónunum, sum Næraberg rindaði í fjør, stava 47 milliónir krónur frá uppboðsøluni.
- Tað er serliga uppboðssølugjaldið, sum í framtíðini kann koma at gera enda á føroysku fiskivinnuni, sigur Hanus Hansen í tíðindaskrivinum.
Reiðarin vísir á, at í fjør broyttist marknaðurin soleiðis, at prísurin á sildini fall í botn, eftir at bjóðað varð á uppboðssøluni.
Hetta førdi við sær, at sildin einki fíggjarligt ískoyti gav til raksturin av felagnum, men heldur var ein fíggjarlig útreiðsla.
Hanus Hansen sigur í tíðindaskrivinum, at við uppboðssøluni er nærum ógjørligt at arbeiða við langtíðarætlanum í fiskivinnuni í dag, og at leggja ætlanir fyri nýbyggingum er tí ikki møguligt.