- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ódnin Maria drap nógv fleiri enn upplýst
4.600 fólk eru deyð í ódnini Mariu, sum hevur herjað í Puerto Rico.
Tað er 70 ferðir so nógv, sum almennu tølini vísa, vísir nýggj kanning, sum er gjørd á lærda háskúlanum Harvard, og sum hevur avdúkað veruligu deyðstølini.
Sambært kanningini doyði ein triðingur av teimum 4.600 ikki beinleiðis av ódnini, men av vantandi heiligvági, vánaligari og vantandi viðgerð á landsins sjúkrahúsum, sum vóru illa rakt av eitt nú streymslitum í tíðini eftir.
Sambært myndugleikunum í Puerto Rico doyðu einans 64 fólk av ódnini Mariu, sum herjaði í Puerto Rico 16. september 2017.
3,4 milliónir fólk búgva í karibisku oynni, og íbúgvarnir í Puerto Rico eru amerikanskir ríkisborgarar.