Semja undirskrivað

Semja undirskrivað
Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt nýggjan sáttmála.
 
18.05.2018 - 13:29

Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya hava í dag skrivað undir semju, har verandi sáttmálar eru endurnýggjaðir fyri trý ár.

Fíggjarmálaráðið skrivar, at í semjuni liggur, at samlaði kostnaðurin av kommunulæknaskipanini, sum í dag er um leið 65 mió. kr. árliga, fer at hækka upp í um leið 68,2 mió. kr. 

Lønarpartarnir hjá kommunulæknunum eru grundgjald, eftirlønargjald og basisgjald, umframt gjald fyri veitingar. Allir hesir partar eru hækkaðir, men eru ikki eins fyri allar kommunulæknar.

Semjan inniber eisini, at kommunulæknin fær eina hægri veiting, tá ið hann fer út á heimavitjan. Tað fer væntandi at lætta um, nú sjúklingar verða skjótari útskrivaðir av sjúkrahúsunum, sigur Fíggjarmálaráðið

Hartil er avtalað, at partarnir skulu arbeiða víðari við, at viðgera ymisk evni, hetta fyri at betra um samstarvið millum kommunulæknarnar og myndugleikarnar og at betra um tænastuna. Serstakt nevnd eru læknavaktin, samstarvsnevndin og kt-skipanin Cosmic. Hartil verða tryggingarviðurskiftini greinað.

Fíggjarmálaráðið fegnast um, at semja er gjørd, soleiðis at tey, sum hava tørv á læknahjálp, ikki longur skulu liva í óvissuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497