- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hydra í EM-finalu
Team Hydra hjá Ljósinum luttaka í dag í EM-finaluni í estetiskum fimleiki, sum er í Tallinn í Estlandi.
Í undankappingini í gjár hevði Hydra eina stak góða framførslu, sum gav teimum 14,55 stig, og var hetta nóg mikið til eitt pláss í finaluni í dag, og tað fegnast tær um.
Eyð Strøm, venjari hjá Hydra, sigur, at hóast tær vunnu sær eitt finalupláss í gjár, so kann framførslan betrast eitt sindur til finaluna í dag.
Kvinnurnar hava vant hart, og vit fara eftir 15 stigum í dag, sigur Eyð Strøm.
Finalan byrjar klokkan 11.30 føroyska tíð.
Hevur tú hug at fylgja við, so verður finalan stroymt beinleiðis á Livestream.com.
Dagført:
Team Hydra endaði sum nummar 11 av 12 liðum í finaluni. Sambært venjaranum Eyð Strøm, gekk framførslan í finaluni ikki heilt sum ætlað, men finaluplássið var eitt mál í sjálvum sær, og kappingin er á einum sera høgum støði, so kvinnurnar eru sera fegnar um úrslitið, sigur Eyð Strøm.