USA úr kjarnorkuavtaluni við Iran

USA úr kjarnorkuavtaluni við Iran
Donald Trump segði á tíðindafundi í gjár, at Ísrael í farnu viku almannakunngjørdi loynilig skjøl, sum prógva, at Iran roynir at menna kjarnorkuvápn
 
09.05.2018 - 08:20

Donald Trump segði, at Ísrael í farnu viku almannakunngjørdi fregnartænastu-skjøl, sum Iran hevur hildið loynilig. Hesi skjøl prógva, at Iran roynir at menna kjarnorkuvápn. 

- Avtalan við Iran var vánalig og einsíðug. Hon skuldi aldri verið gjørd. Eftir at revsitiltøkini vórðu linkað brúkti landið pengarnar til at menna rakettir, sum kunnu hava kjarnorku. Um eg loyvdi avtaluni at halda fram, hevði skjótt verið vápnakappdubbing í Miðeystri. Tí boði eg frá í dag, at USA tekur seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran, segði Donald Trump í gjárkvøldið.

Avtalan við Iran varð gjørd á sumri í 2015. Endamálið við avtaluni var at forða ella tarna royndunum hjá Iran at menna kjarnorkuvápn. Iran lovaði at steðga kjarnorkuætlanum sínum, og afturfyri linkaðu londini revsitiltøkini. Avtalan varð gjørd millum Iran og teir fimm føstu limirnar í trygdarráðnum hjá ST, nevniliga USA, Frakland, Bretland, Kina og Rusland. Harafturat vóru Týskland og ES við í avtaluni.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, sum var við til at gera kjarnorkuavtaluna, finst hvassliga at avgerðini hjá Donald Trump. Hann sigur, at USA við at taka seg úr avtaluni vendir sínum næstu sameindu bakið.

- Uttan kjarnorkuavtaluna er vandi fyri, at USA fer at standa eftir í eini taparastøðu, har valið stendur millum eitt Iran við kjarnorkuvápnum og enn eitt kríggj í Miðeystri, skrivar Obama á Facebook.

Obama vísir á, at avtalan hevur havt við sær, at Iran er undir strongum eftirliti.

- Kjarnorkuverkini hjá Iran eru undir strongum eftirliti. Altjóða eygleiðarar hava eisini atgongd til alla kjarnorkuveitingina hjá Iran, so vit kunnu fanga tey, um tey royna at svika. Uttan avtaluna hvørvur hetta eftirlitið, sigur Barack Obama.

Donald Trump hevur leingi funnist at kjarnorkuavtaluni og sigur, at Iran kortini mennir kjarnorkuvápn, og at avtalan stuðlar yvirgangsbólkum.

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, heitti í gjár á partarnar í kjarnorkuavtaluni um at halda skyldurnar í avtaluni.

Týskland, Frakland, Bretland og ES hava boðað frá, at avtalan við Iran framvegis er galdandi, hóast USA tekur seg úr. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547
Mikudag 25. desember
Brotið
185554
Mikudag 25. desember
Andakt við Silasi Olofson
185552
Mikudag 25. desember
Gudstænasta úr Havnar kirkju
185555
Mikudag 25. desember
Jól í Narnia
185540