Ferðavinnupolitikkur í Sunda kommunu samtyktur

Ferðavinnupolitikkur í Sunda kommunu samtyktur
Hóast øll í kommununi ikki eru so fegin við mongu ferðafólkini, ið koma til økið, so hevur kommunan ongar ætlanir um at tálma ferðafólkavøksturin
 
01.05.2018 - 15:34

Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at líka mikið hvørja bygd í kommununi ferðafólk ynskja at vitja, so skulu tey kenna seg vælkomin.

- Vit ynskja, at øll, sum koma til okkara kommunu, skulu vera vælkomin, sigur borgarstjórin.

Hóast tað ikki eru neyv tøl fyri, hvussu nógv ferðafólk koma til Sunda kommunu um árið, so er tað ein sannroynd, at talið er høgt.

Bara við Gjógv verður leysliga mett, at ferðafólkatalið er 30.000 vitjandi um árið. Tað kann kennast sum eitt ógvusligt inntriv í eitt so lítið økið. Tað er eisini ítøkiliga ætlanin hjá kommununi við nýggja ferðavinnupolitikkinum at skipa seg burturúr trupulleikanum.

- Tað, at tú hevur upplýsing, skelting, gøtur, parkeringsviðurskifti o.a., ætla vit eisini at skipa í samstarvi við tey lokalu á staðnum, sigur Heðin Zachariasen. 

Sunda kommuna hevur tó ongar ætlanir um at gerast ein størri partur av ferðavinnuni enn at skipa karmarnar. Um fólk á staðnum vilja vinna pening av ferðavinnuni, so eiga tey at taka stig til tað sjálv.

- Vit ætla okkum ikki inn í vinnuna at vera vinnurekandi. Tað, meta vit, skal liggja hjá teimum lokalu. Tað verði seg einstaklingum ella fyritøkum, tí tað er soleiðis, at vit síggja, at ferðavinnan í okkara øki kemur at mennast. Kommunan fer at vera ein samansjóvandi partur í øllum arbeiðinum, sigur Heðin Zachariasen.

Nýggi ferðavinnupolitikkurin er samtyktur við støði í myndini, sum hon sær út í dag. Lagt er upp til, at politikkurin verður eftirmettur regluliga.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371