Eitt gott ár fyri Tórshavnar kommunu

Eitt gott ár fyri Tórshavnar kommunu
Ársroknskapurin hjá Tórshavnar kommunu vísir, at kommunan hevði 438 milliónir í tøkum peningi við ársskiftið
 
25.04.2018 - 11:39

Ársroknskapurin hjá Tórshavnar kommunu bleiv lagdur fram  á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Inntøkurnar í 2017 vóru íalt 970 milliónir krónur. Inntøkurnar eru soleiðis 12 prosent hægri enn mett í fíggjarætlanini hjá kommununi.

Persónsskatturin var 761 milliónir krónur - ætlanin fyri árið var 696 milliónir krónur. 

Afturberingin fyri eldraøkið var 157 milliónir krónur.

Partafelagsskatturin var 49,6 milliónir krónur, sum er 27,6 milliónir hægri enn mett. Hetta ber boð um góða gongd í privatu vinnuni.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í árinum vóru 693 milliónir krónur. Í mun til fíggjarætlanina er samlaða nýtslan 3 prosent minni ætlað.

Fleiri orsøkir eru til, at rakstrarútreiðslurnar eru kvinkaðar uppeftir. Búskaparvøksturin hevur havt við sær eina tilflyting, og á fyrsta sinni telur kommunan meir enn 21.000 borgarar. Fleiri børn eru í kommununi, og tað sæst aftur, tí hetta er næst størsta økið, ið kommunan varðar av. Í 2017 vóru útreiðslurnar til Børn & Ung 159 milliónir krónur. Útreiðslurnar til Almanna- og heilsumál vóru 222 milliónir krónur, ið er størsta økið hjá kommununi. Býurin veksur, og útreiðslurnar til Teknisk mál í 2017 vóru 117 milliónir krónur.

Samanumtikið er fíggjarstøðan í Tórshavnar kommunu góð. Tøkur peningur við ársskiftið var 438 milliónir krónur. Av hesum stóðu 231 milliónir krónur inni hjá Tórshavnar kommunu og 207 milliónir krónur hjá Tórshavnar Havn. Orsøkinar til nógv innistandandi við ársskiftið eru fleiri. Inntøkurnar hava verið hægri enn mett, íløgur eru fluttar fram - umframt lántøka í árinum. 

Tórshavnar kommuna rindaði 18,2 milliónir krónur aftur í skuld. Tórshavnar havn hevði eina lántøku uppá 130 miliónir krónur. Langfreistaða skuldin var við ársskiftið 189,4 miliónir krónur, og av hesum vóru 59,4 milliónir krónur í Tórshavnar kommunu og 130 milliónir krónur í Tórshavnar Havn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497