Kanna møguleikan fyri øðrvísi aling

Kanna møguleikan fyri øðrvísi aling
Møguleikarnir fyri havbiti og meira fjøltáttaðari aling eiga at verða kannaðir
 
22.04.2018 - 11:28

Møguleikarnir fyri havbiti og meira fjøltáttaðari aling eiga at verða kannaðir. Tað heldur Vinnunevndin, og løgtingið er samt, og hevur samtykt uppskotið.

Tað var ein samd Vinnunevnd, sum mælti tinginum til at taka undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um, at Føroyar skulu gera seg galdandi innan havbit av laksi og skeljaaling

Nevndin heldur, at møguleikarnir fyri havbiti og meira fjøltáttaðari aling, undir hesum aling av skjeljum, eiga at verða kannaðir. Hetta eigur at verða gjørt saman við vinnuni, tí skulu lunnar
leggjast undir slíka vinnu, eiga íløgurnar og átøkini at koma frá vinnuni, sigur Vinnunevndin í álitinum.

Málið varð til aðru viðgerð í tinginum fríggjadagin, og tingið tók undir við uppskotinum. 26 atkvøður vóru fyri, og ongin ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342