- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv mál samtykt hósdagin
Talan var um níggju triðju viðgerðir og eina aðru viðgerð. Allar triðju viðgerðirnar vóru samtyktar við stórum meiriluta, meðan aðru viðgerðin, sum var um fylgibroytingar í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, fór til 3. viðgerð við 17 atkvøðum fyri og 12 ímóti.
Oyggjaleikir í 2029
Millum annað hevur landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum nú fingið heimild at veita trygd fyri í minsta lagi 10 milliónum krónum til Oyggjaleikir í Føroyum.
ÍSF noyddist at taka umsóknina um at hava Oyggjarleikirnar í Føroyum í 2019 aftur, serliga tí fíggjarligu fortreytirnar vóru ikki til staðar.
Roynt verður nú aftur, og ætlanin er, at Føroyar skulu bjóða seg fram at hava Oyggjaleikirnar í 2029.
Vardir bústaðir
Eisini uppskotið hjá landssstýriskvinnuni í almannamálum um at byggja vardar bústaðir og bú- og umlættingarheim í Havn til børn og ung við autismu varð einmælt samtykt.
Talan er um tvey sambýli til fólk við menningartarni við íbúðum í ymsum støddum til samanlagt 36 fólk.
Bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu fer at hava seks búpláss og seks umlættingarpláss, og harumframt verður eitt dagtilboð til umleið 15 børn og ung.
Verkætlanin fer samanlagt at kosta í mesta lagi 87 milliónir krónur, og allar tríggjar verkætlanirnar skulu eftir ætlan verða lidnar í 2022.
Talgilt tilfar
Og ein lóg, sum hevur verið leingi ávegis, varð einmælt samtykt í løgtinginum hósdagin. Talan er um lóg um at varðveita talgilt tilfar. Landsskjalasavnið hevur síðani 2005 víst á, at tørvur er á haldgóðari varðveiting av talgildum tilfari. Og Mentanarnevndin í Løgtinginum metir, at uppskotið tryggjar tað.
Millum annað tí at uppskotið loyvir Landsskjalasavninum at gera eina góða avtalu við danska Ríkisskjalasavnið um varðveiting av talgildum savnum í Føroyum.
Harafturat fær landsstýrismaðurin heimild at gera reglur fyri stovnar og myndugleikar um avhending, varðveiting og vraking av talgildum savnum.
Mynstringarlógin skal dagførast
Broytingar í lógini um mynstring varð eisini einmælt samtykt í løgtinginum. Mynstringarlógin er frá 1988, og tí var mett at tørvur var á dagføringum.
Lógarbroytingarnar hava millum annað við sær, at mynstringar nú kunnu gerast talgilt, og talgildingin fer at gera tað lættari at hava eftirlit við, at øll viðurskifti eru í lagi tá mynstrað verður.
Kommunustýrislógin broytast
Og so vóru eisini broytingar í kommunustýrislógini samtyktar við 28 fyri og tveimum ímóti. Hesar broytingar hava við sær, at Heilsu- og innlendismálaráðið fær heimild at seta í verk tiltøk sambært kommunustýrislógini mótvegis kommunusamstørvum, ið eru ásett við lóg.
Uppskotið um lógarbroytingina kom, eftir at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015. Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevði onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum.