Liljan Weihe fekk viðhald

Liljan Weihe fekk viðhald
Mentamálaráðið hevur ógildað uppsøgnina av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya
 
20.04.2018 - 11:54

Fyrrapartin fingu partarnir niðurstøðuna frá Mentamálaráðnum, og Liljan Weihe fær viðhald í kæru síni um, at Johnny í Grótinum, stjóri, segði hana úr starvi.

Liljan Weihe er tí framhaldandi í starvi sínum sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sum hevur havt Heina Gaard sum virkandi tíðindaleiðara síðani 30. november í fjør, tá Liljan Weihe fekk ætlanarskriv um uppsøgn.

Mentamálaráðið skrivar í síni niðurstøðu, at hóast Liljan Weihe ikki hevur sýnt rættan leiðsluhugburð, og at hon tí kann sigast at hava sett trúvirðið hjá stovninum í vanda, so hevur stjórin ikki vandað sær nóg væl um sokallaða proportionalitetsprinsippið, og partshoyringin hevur heldur ikki verið nøktandi hjá Kringvarpsstjóranum.

Mentamálaráðið sigur tí, at stjórin átti at havt roynt átalu, ávaring ella flyting til annað starvsøki, áðrenn farið var undir uppsagnartilgongdina.

Niðurstøðan er rúgvismikil, men á botnlinjuni skrivar Mentamálaráðið soleiðis:

"Mentamálaráðið fer at ógilda avgerðina um at siga kæraran úr starvi og sostatt er Liljan Weihe framhaldandi í starvi sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya".

Niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum stendur at lesa niðanfyri. Tú kanst lesa samlaðu avgerðina her

 

Niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum kann lesast niðanfyri:

 

Eftir einari samlaðari heildarmeting av støðu kærarans sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, útbreiðslu og innihald í framsagnum (ytringum) kærarans, verður tað ikki mett, at partar av framsagnunum hjá kæraranum liggja innan fyri karmarnar av skrivi-, talu- og framsøgufrælsinum hjá alment settum starvsfólkum. Hetta verður lutvíst grundað á, at kærarin er partur av leiðsluni i Kringvarpi Føroya, at kærarin ikki hevur úttalað seg rætt um ávís týðandi viðurskifti innan sítt egna starvsøki, og kærarin ikki hevur gjørt greitt, at hon úttalar seg egna vegna sum privatpersónur. Mett verður heldur ikki, at kærarin í leiklutinum sum tíðindaleiðari hevur umrøtt stjóra sín á ein sømiliga hátt, og at møguliga ber eisini til at siga, at kærarin hevur brotið tagnarskylduna.

Vísandi til hesar umstøður verður ikki mett, at kærarin hevur sýnt rættan leiðsluatburð, og kærarin kann tí sigast at hava sett trúvirðið hjá stovninum í vága.

Ein fyrisitingarlig avgerð skal tó altíð vera proportional í mun til endamálið. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á, at Skattamálið og dekningurin av Skattamálinum í Kringvarpi Førya má metast at hava stóran samfelagsligan áhuga. Kærarin hevur borið fram framsagnir til stýrisformannin o.o., ið lutvíst hava verið rættar, ella sum kærarin má metast at hava verið í góðari trúgv um. Her verður serliga hugsað um samskiftið millum kringvarpsstjóran og Eyðun Mørkøre og partinum viðvíkjandi gegningum hjá stjóranum.

Harumframt verður dentur lagdur á, at kærarin hevur verði í starvi í seks ár sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, og kærarin hevur ongantíð í hesum starvi fingið átalu ella ávaring. Heldur ikki hevur kærarin borið fram framsagnir av tílíkum slagi, sum advokaturin hjá Kringvarpi Føroya vísir á nøkrum eldri dómum frá seksti- og sjeytiárunum innan privata geiran í Danmark, áðrenn fyrisitingarrætturin gjørdist partur av almenna arbeðisrættinum. Leggjast skal aftrat, at fyrisitingarrætturin gjørdist ikki partur av almenna arbeiðsrættinum, áðrenn sokallaða Vallensbækdómin. Vísandi til hesar umstøður verður præjudikatsvirðið á teimum dómum, sum advokatur Kringvarpsins vísir á í mun til proportionalitetsprinsippið, mett at vera rættiliga ivasamt fyri hetta uppsagnarmálið.

Sum fyrisitingarmyndugleiki átti Kringvarp Føroya tí at roynt aðrar minni víðfevnandi loysnir samsvarandi tí, ið stendur í vegleiðingini hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum um uppsøgn, og sum samsvarar við fyrisitingarrættarliga proportionalitetsprinspippið, áðrenn farið varð undir eina uppsagnartilgongd.

Mentamálaráðið er tískil ikki samt við advokati Kringvarpsins í, at avgerðin hevur verði proportional í mun til endamálið, ið er at verja álitið á stovnin millum starvsfólk og onnur uttanfyri standandi. Tað endamálið kundi verið rokkið við t.d. einari átalu, ávaring flyting innan setanarøkið ella onkrum minni víðfevnandi inntrivum, sum tó altíð skal vera sakligt og gjørt við virðing fyri galdandi reglum á økinum.

Mentamálaráðið metir heldur ikki, at partshoyringin hevur verði nøktandi. Hetta verður lutvíst grundað á, at tað stendur skrivað m.a. í ætlanarskrivinum um uppsøgn í sambandi við hoyring um veruligar (faktuellar) umstøður, ið sambært kringvarpsstjóranum grunda illoyalitet. Hetta gevur eina fatan av, at har kunnu vera onnur faktuel viðurskifti, ið parturin ikki er vorðin hoyrdur um.

Harnæst metir Mentamálaráðið ikki, at tað er í samsvari við partshoyringarreglurnar, at kringvarpsstjórin longu tann 23. november 2017 skrivar til stýrið, at málið fær starvsrættarligar fylgjur fyri kæraran. Hetta kann, umframt at vera tyngjandi fyri kæraran, geva tað óhepnu fatan, at avgerðin í veruleikanum var tikin, og at tað tí var nyttuleyst hjá kæraranum at gera viðmerkingar til ætlaðu uppsøgnina.

Harumframt ger advokaturin hjá Kringvarpinum nógv burturúr løgfrøðiligu viðurskiftunum, ið grundaðu serliga uppáhaldið um illoyalitet og proportionalitetin í avgerðini um at siga kæraran úr starvi sínum. Mentamálaráðið metir, at Kringvarpið átti tí eisini, samsvarandi víðkaðu partshoyringarskylduni, at givið kæraranum og advokati hennara høvi at umrøtt hesi løgfrøðiligu viðurskifti.

Mentamálaráðið er ikki samt við advokati Kringvarpsins í, at ógildan bert kann hava við sær endurgjald. Tað er munur á dómstólaroynd og so kæru innan fyrisiting, ið hevur eitt stýrandi endamál í mun til undirliggjandi stovnar. Áðrenn umbønin um steðgandi virknað bleiv gingin á møti tann 15. januar 2018 segði stjórin í Kringvarpi Føroya í sínum hoyringssvari, dagfest 5. jan. 2018, at ”Um tað skuldi víst seg, at uppsøgnin av kæraranum verður ógildað, so verður støða tikin til, hvussu man fer fram í tí sambandi, til tað tíð. Ætlanin er sostatt at lýsa eftir nýggjum deildarleiðara til deildina Aktuelt í næstum við tí fyri eyga at seta starvið frá 1. mars. 2018 ella skjótast gjørligt. Eg bíði tó sjálvandi við hesi starvslýsing til, at tit hava gjørt tykkara niðurstøðu hesum viðvíkjandi”.

Vísandi til omanfyri standandi fer Mentamálaráðið at ógilda avgerðina um at siga kæraran úr starvi, og sostatt er hon framhaldandi í starv sínum sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.

Hendan avgerðin er endalig innan fyrisiting, og Mentamálaráðið ger ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254