Nets roynir nýggjan gjaldshátt

Nets roynir nýggjan gjaldshátt
Teldufyritøkan Nets, sum eisini umsitur føroysku gjaldskortini, fer at royna eina nýggja skipan, har bert fingurin skal nýtast at gjalda við
NETS fer at royna eina nýggja skipan, har bert fingurin skal nýtast at gjalda við
 
19.04.2018 - 14:11

Nýggja skipanin verður í løtuni roynd á Copenhagen Business School í Keypmannahavn, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Royndin sum nú verður gjørd í danska skúlanum er fyrsta stigið, sigur Jeppe Juhl-Andersen, sum hevur ábyrgdina av dankortinum.

- Fleiri kanningar skulu gerast, tí tað er ikki vist, at kortið í framtíðini verður eitt kort úr plasti, men at nóg mikið verður at vísa andlitið ella nýta ein fingur, tá goldið verður, sigur hann.

Nýggja skipanin virkar á sama hátt, sum tá fingurin verður nýttur á eini iPhone. Tá verða æðrarnar skannaðar í fingrinum, og tað skuldi verið nóg mikið sum trygd.

Tey sum ætla at nýta dankortið á tann hátt, skulu knýta kortið til fingurin, og verða skrásett á tann hátt í skipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109