Íslendskur bitcoin-tjóvur rýmdur til Svøríkis

Íslendskur bitcoin-tjóvur rýmdur til Svøríkis
Ein íslendingur, sum er skuldsettur fyri saman við øðrum at hava stolið 600 teldur, sum høvdu eitt virði uppá 12 mió. kr., er flýddur til Svøríkis
 
19.04.2018 - 14:34

 Teldurnar skuldu brúkast til bitcoin-virksemi.

Maðurin sat í einum opnum íslendskum fongsli, og týsnáttina eydnaðist honum at rýma úr fongslinum. Sambært myndugleikunum er hann farin til Svøríkis við einum flogfari, sum íslendski forsætisráðharrin eisini var við í.

Hann brúkti falskt navn fyri at sleppa við flogfarinum. Hann hevði ikki fyri neyðini at vísa passið, tí bæði Ísland og Svøríki eru við í Schengen-samstarvinum.

Vakmyndatól á flogvøllinum í Keflavík hava víst, at eftirlýsti maðurin fór umborð á flogfarið til Svøríkis.

Ein talsmaður fyri svensku løgregluna sigur, at løgreglan í Svøríki ikki hevur tikið mannin, men at handtøkuboð eru kring allan heimin.

Eftir stóra teldustuldurin varð maðurin tikin saman við 22 øðrum og skuldsettur í sonevnda stóra bitcoin-kvettinum, sum málið verður rópt í Íslandi.

- Talan er um stuldur, sum er ókendur í Íslandi, sigur leiðarin av kanningararbeiðinum, Olafur Helgi Kjartansson, við svenska blaðið, Aftonbladet.

Hildið verður, at talan er um størsta stuldurin, sum er framdur í Íslandi, sigur hann. Og uttan iva er talan um skipaðan stuldur, leggur hann afturat.

Íslendska løgreglan nýtti elnetið til at finna tey 22 fólkini. Nógvar telduskipanir eru í Íslandi, sum arbeiða við bitcoin, tí el er bíligt í Íslandi.

Tey, sum áttu teldurnar, hava lovað 350.000 krónur til tann ella tey, sum kunnu upplýsa, hvar tær 600 teldurnar eru.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109