- Tað rakar ikki politikararnar

- Tað rakar ikki politikararnar
Politikarar eiga ikki at siga, nær ein sáttmáli millum manningarfelag og reiðarar er galdandi, sigur Reiðarafelagið í hoyringarskrivi
Mynd: www.frf.fo  
 
10.04.2018 - 11:09

Politikarar eiga ikki at siga, nær ein sáttmáli millum manningarfelag og reiðarar er galdandi.

Tað rakar snøgt sagt ikki teir, sigur Reiðarafelagið í hoyringarskrivi til Vinnunevndina hjá løgtinginum, sum viðger broytingar í nýggju lógini um fiskiskap.

Ein lóg sum hendan eigur ikki at leggja seg út í arbeiðsmarknaðin og, hvussu hann skipar seg. Sama hvat Vinnunevndin heldur, skulu ósemjur um sáttmálan leggjast fyri gerðarrætt, sigur Reiðarafelagið.

Og partarnir á arbeiðsmarknaðinum skipa sjálvir síni viðurskifti. 

Ásetingin, sum løgtingið setti í lógina eftir uppskot frá Vinnunevndini, er so ógreið, at um ársskiftið var ivi, um Vørn kundi skriva út nýggj fiskiloyvi, tí at sáttmálin millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið varð sagdur upp. 

Nú mælir Fiskimálaráðið til at gera lógargreinina nágreiniligari, so fiskiloyvi ikki verða latin, uttan váttan er við umsóknini um, at viðurskiftini millum manning og reiðara er í lagi. 

Reiðarafelagið vil hava lógargreininna strikaða heilt. 

Í lógini er fiskiloyvi treytað av, at fiskiskapurin er við í sáttmálum við føroysk manningarfeløg. 

Um so er, at fiskiskapurin ikki er í tílíkum sáttmála, skulu lønarviðurskiftini hjá skipara og manning í hvørjum einstøkum føri vera staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og tann, sum hevur ábyrgdina av fiskifarinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109