Eingi boð sum lovað

Eingi boð sum lovað
Facebook boðaði í síðstu viku frá, at allir brúkarar á miðlinum skuldu fáa eini boð tann 9. apríl. Men enn bíða brúkarar kring knøttin.
87 milliónir brúkarar kunnu vænta at fáa boðini til høgru, meðan restin kunnu vænta sær tey til vinstru.
Mynd: BBC.com  
 
10.04.2018 - 10:53

Í farnu viku boðaði Facebook frá, at sosiali miðilin fór at seta nýggj trygdarátøk í verk. Eitt av hesum átøkum var at fyritøkan vildi fortelja øllum brúkarum hjá miðlinum, um teirra persónligu upplýsingar vóru fingnar til vega av greiningarfyritøkuna Cambridge Analytica. 

Cambridge Analytica fekk í 2014 fatur á dátum hjá gott 87 milliónum brúkarum, sum so vórðu brúktar til millum annað at ávirka amerikanska forsetavalið í 2016. Facebook kunngjørdi tí í farnu viku, at ætlanin var at gera hesir 87 milliónir brúkarar varugir við, at dátur teirra vóru misbrúktar.

Allir hinir brúkarar á Facebook, tað vil siga gott og væl 2,2 milliardir, skuldu fáa eina leinkju til eitt yvirlit av appum, sum hava atgongd til tær einstøku konturnar. Á henda hátt skuldi tað verða skjótt og nemt hjá øllum brúkarum at tryggja dátur sínur enn meira. 

Men týsdagin 10. apríl eru boðini enn ikki komin, og tað er ikki bara í Føroyum. Á Twitter skriva brúkarar kring allan heimin, at teimum vanta at fáa eitt av teimum báðum boðunum, sum Facebook eftir øllum at døma skuldi kunngera tann 9. apríl. Meðan summi skriva, at boðini vóru at síggja á forsíðuni eftir innritan. 

Á almenna blogginum hjá Facebook stendur einki um, hví boðini ikki eru komin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095