Umhvørvisstovan viðhald

Umhvørvisstovan viðhald
Hægstirættur hevur givið Umhvørvisstovuni, sum umsitur matrikulering, viðhald í einum sakarmáli, sum Tórshavnar kommunu tapti í Føroya rætti
 
06.04.2018 - 08:52

Hægstirættur hevur givið Umhvørvisstovuni, sum umsitur matrikulering, viðhald í einum sakarmáli, sum Tórshavnar kommunu fekk loyvi til at royna í Hægstarætti eftir at hava tapt í Føroya rætti í 2015 og í Landsrættinum í 2016. 

Sambært Hægstarætti eru matrikulgjøldini lóglig, kunngerðin um matrikulgjøld er ein nóg góð heimild fyri gjaldsásetingunum hjá Umhvørvisstovuni, og virðið á byggibúnum grundstykkjum skal leggjast til grund fyri gjaldsásetinga. 

Í grundgevingunum fyri dómin sigur Hægstirættur, at gjøldini fyri matrikulert arbeiði hvørki eru í stríð við grundlógina ella stýrisskipanarlógina, og neyðugt er ikki at áseta matrikulgjøldini í lóg. 

Tórshavnar kommuna noktaði at gjalda

Sakarmálið er um eina rokning fyri matrikulert arbeiði í sambandi við eina stóra útstykking í Hoyvík - útstykkingina við Myllutjørn.

Samsýningin er 2% av marknaðarvirðinum á grundstykkjunum.  

Tórshavnar kommuna noktaði at gjalda rokningina. Kommunan segði, at heimild ikki var fyri at taka slík gjøld. 

Rokningin ov stór

Í øðrum lagi segði kommunan, at rokningin frá Umhvørvisstovuni var alt ov stór. 

Umhvørvisstovan stevndi so Tórshavnar kommununu eftir pengunum og fekk viðhald á øllum trimum rættarstigum.

Tórshavnar kommuna er eisini dømd at rinda Umhvørvisstovuni 75.000 kr. í sakarkostnaði í sambandi við viðgerðina í Hægstarætti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982