Listaflog latið listamanni fyri feminina lýsing

Listaflog latið listamanni fyri feminina lýsing
Heiðrikur á Heygum, marglistamaður, fær Listaflog 2018 frá Atlantic Airways
Frá vinstru eru Alda Joensen í Mentamálaráðnum, Randi Samsonsen, LISA, tær vóru í dómsnevndini, Nils Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways og Heiðrikur á Heygum. marglistamaður.
Mynd: Ólavur Frederiksen  
 
29.03.2018 - 12:05

36 umsóknir komu um stuðul frá Listaflogi í ár. Søkt varð um 2,4 milliónir krónur. 

Men Heiðrikur á Heygum, marglistamaður, fekk fekk allan stuðulin, 100.000 krónur. 

Stuðulin skal brúkast til eina framsýning á Det Nordatlantiske Fyr í Hanstholm í Danmark í oktober.

Eftir tað verður framsýningin sett upp í Føroyum. 

Talan er um eina video-innstallatións-framsýning. Endamálið er at lýsa Føroyar sum eina livandi veru. 

Feminin roynd at lýsa Føroyar 

Í nevndini fyri Listaflog vóru Randi Samsonsen fyri LISA, Listafólkasambandið, Alda Joensen fyri Mentamálaráðið og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. 

Tær grundgeva millum annað soleiðis fyri, at valið fall á Heiðrik á Heygum: 

Installatiónsvideolist er ein í Føroyum spírandi listagrein.
Verkætlanin hjá Heiðriki á Heygum fer at viðgera mentan, náttúru og menniskjað á nýggjan, forvitnisligan hátt, har listamaðurin fer at sameina tað visuella og tónleikin. 
Heiðrikur á Heygum er ein gávaður listamaður, sum hevur víst dygdir bæði gjøgnum tónleik, film og myndlist. 
Væntandi fer framsýningin, siga tær í dómsnevndini, at bjóða okkum áskoðarum av við hesi øðrvísi, livandi og femininu roynd at seta andlit á Føroyar. 

Heiðrikur á Heygum sigur sjálvur, at eftir hansara tykki eru Føroyar ofta lýstar harðar og mansligar, og tí vil hann fegin vísa sína femininu áskoðan um Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109