Kyndil tók triðja pláss frá VÍF

Kyndil tók triðja pláss frá VÍF
Við greiðum sigri lyfti Kyndil seg í kvøld upp á triðja pláss í landskappingini
 
27.03.2018 - 23:25

Kyndil gjørdi bart, tá teir í kvøld tóku ímóti VÍF í høllini á Hálsi í Havn.

Undan dystinum vóru Vestmenningar á triðja plássi, meðan grøna liðið úr Havn var á fjórða plássi, men tann støðan er nú broytt.

Kyndil vann ógvuliga sannførandi 31-21. Alt var mest sum longu avgjørt í hálvleikinum, tí tá liðini hildu steðg, var Kyndil á odda 17-10.

Toppskjúttar:

David Edvardsen, Kyndil 7 mál
Rógvi Dal Christiansen Kyndil 7 mál
Filip Jojic VÍF 6 mál

Í hinum dystinum í kvøld møttust tey bæði niðastu feløgini í FTZ-deildini, KÍF og StÍF.

Dysturin endaði við javnleiki, 24-24, eftir at KÍF hevði verið á odda 12-10 í hálvleikinum.

Toppskjúttar

Jóannes A. Prestá StÍF 8 mál
Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF 6 mál

Støðan:

1.Neistin 20 dystir 31 stig
2.H71 20 dystir 31 stig
3.Kyndil 21 dystir 24 stig
4.VÍF 20 dystir 22 stig
5.Team Klaksvík 21 dystir 14 stig
6.StÍF 20 dystir 12 stig
7.KÍF 20 dystir 8 stig

Komandi dystir:

28.mars Neistin-H71
31.mars Kyndil-VÍF
31.mars StÍF-KÍF
31.mars H71-Neistin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859