Sarkozy fongslaður

Sarkozy fongslaður
Fyrrverandi forsetin í Fraklandi, Nicolas Sarkozy, er varðhaldsfongslaður í einum máli um fíggjarligum stuðli úr Libya.
Sarkozy á almennari vitjan í Libya í juli 2007.
Mynd: AFP  
 
20.03.2018 - 09:36

Tíðindasíðan France 24 skrivar, at embætismenn hjá fyrrverandi leiðaranum í Libya, Mohamar Gaddafi, hava sagt, at teir hálptu við at fíggja valstríðið hjá Nicolas Sarkozy í 2007. Kanningarnar av hesum málinum hava verið í úmbúna síðani 2013, skrivar France 24.

Sarkozy er avhoyrdur á politistøðini í Nanterre, sum liggur vestanfyri París, og sambært franskari lóg kann hann verða hildin í varðhaldi í 48 tímar.

Hetta er fyrstu ferð, at Sarkozy er avhoyrdur í málinum.Fyri nøkrum vikum síðani var ein fyrrverandi starvsfelagi hjá Sarkozy handtikin í London í sambandi við kanningarnar hjá politinum - hann varð seinni leyslatin aftur.

Fekk reiðan pening í kuffertum

France24 skrivar, at løgreglan kannar skuldsetingar um, at stýrið hjá Gaddafi í loyndum gav Sarcozy 50 milliónir evrur til valstríðið í 2007. Hendan upphæddin er tvífalt so stór, sum mest loyvda upphædd til valstríð var í 2007.

Ein fransk-libanesiskur vinnulívsmaður hevur sagt, at hann gav Sarcozy og einum leiðandi starvsfelaga hansara trý kuffert við fimm milliónum evrum í reiðum peningi. Kuffertini komu úr Libya, hevur vinnulívsmaðurin sagt, sambært France 24.

Nicolas Sarkozy var forseti í Fraklandi frá 2007 til 2012. Hann noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095