Earth Hour 2018 leygarkvøldið 24. mars

Earth Hour 2018 leygarkvøldið 24. mars
Leygarkvøldið 24. mars frá klokkan 20.30-21.30 verður Earth Hour 2018. Ein tími har ljósið verður sløkt, og sjóneykan verður sett á jørðina
Mynd: FaroePhoto  
 
20.03.2018 - 14:45

Earth Hour er tímin, har ið ein verður mintur á, at vera góður við tí einu jørð, vit hava. 

Í sambandi við Earth Hour skipar Tórshavnar Kommuna fyri einum hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum hetta sama kvøld frá kl. 20.00-21.30

Tak tín egna kopp við

Tórshavnar Kommuna bjóðar kaffi og te at hita seg við, men í ár vera fólk vinarliga biðin um at taka sín egna kopp við. Hetta fyri at broyta vanan við at brúka einnýtiskoppar.

Meðan Earth Hour er, verða stórir partar av gøtuljósunum í Tórshavn og øll gøtuljósini í Nólsoy sløkt. Tískil heitir kommunan á fólk um at ansa sær í myrkrinum.

Ferðslan

Í samband við tiltakið verður vegurin stongdur frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, millum kl. 20:00-22:00.

Ókeypis bussar koyra úr Kollafirði, Kaldbak, Kirkjubø og Velbastað í sambandi við tiltakið.

Nærri kunning fæst um hetta á heimasíðuni hjá Tórhavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221