Brúka VAR-skipanina til HM í Russlandi

Brúka VAR-skipanina til HM í Russlandi
FIFA hevur tikið endaliga avgerð um at brúka videohjálp til HM-endaspælið í fótbólti
 
18.03.2018 - 11:42

Fríggjadagin tók altjóða fótbóltssambandið, FIFA, avgerð um at brúka videodómaraskipanina, VAR, til HM-endaspælið, sum verður í Russlandi í summar.

Videohjálpin hevur annars fingið nógvar atfinningar, men í sambandi við ein fund í Bogota í Kolumbia fríggadagin, fortaldi FIFA-forsetin, at skipanin verður brúkt til HM-endaspælið í fótbólti.

- Vit eru noydd at fylgja við tíðini. Vit vilja geva dómarunum amboð til at taka betri avgerðir, og í sambandi við HM verða týdningarmiklar avgerðir jú tiknar, sigur Gianni Infantino við BBC.

HM-endaspælið í fótbólti verður í Russlandi frá 14. juni til 15. juli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519