- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svimjarar úttiknir til Danish Open
Starvsnevndin hjá Svimjisambandi Føroya hevur tikið út 20 svimjarar til Danish Open 2018, sum verður í Keypmannahavn 12. til 15. apríl:
Úr Havnar Svimjifelag eru úttikin: Alvi Hjelm, Beinta P. Debes, Eyðrið Mortensen, Johan N. Dam, Lena Rannváardóttir, Marius I. Gardshodn, Niels Nattestad, Óli Mortensen og Vár E. Eidesgaard.
Úr Ægir: Barbara Debes, Rebekka Trygvadóttir, Rókur Trygvason, Signhild Joensen og Sólvá A. Sigurðsson.
Úr Suðuroyar Svimjifelag: Alisa Vestergård, Rani Jacobsen, Róland Toftum og Sára R. Nysted.
Úr svimjifelagnum Reysta: Ásbjørg Hjelm,
og úr svimjifelagnum FLOT: Birita Debes.
Í sambandi við kappingina verður venjingarlega í Vági 16.- 18. mars. Venjarar hjá feløgunum og Pál Joensen skipa venjingina.
Kappingin í Keypmannahavn verður í Bellahøj Svømmestadion 12. til 15. apríl, skrivar svimjing.com.