Handverkarar ávirka eftirspurningin eftir bústøðum

Handverkarar ávirka eftirspurningin eftir bústøðum
Týðandi partur av tilflytingini til Føroyar í seinastuni hevur verið handverkarar, sum byggivinnan hevur fingið til landið.
 
02.03.2018 - 07:46

Búskaparráðið skrivar í síni várfrágreiðing, at stóru byggifeløgini hava sagt, at talið á útlendskum handverkarum er vaksið nógv seinnu helvt av 2017, og at tað hevur verið stór avbjóðing at finna bústaðir til hesar handverkararnar.

Ráðið sigur tí, at hendan tilflytingin av útlendskum handverkarum er stórur partur av samlaðu tilflytingini millum útlond og Føroyar, og at stóra virksemið í byggivinnuni eisini hevur ávirkað løn-takaratal, almennu inntøkurnar, búskaparvøksturin og vaksandi fastogarprísirnar.

Minkar byggivirksemið, kemur tað so sjálvsagt at ávirka nevndu støddir øvugtan veg, sigur Búskaparráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835