NSÍ hevur fingið Fróða Benjaminsen

NSÍ hevur fingið Fróða Benjaminsen
NSÍ styrkir seg við roynda landsliðsmiðvallaranum
 
25.02.2018 - 01:05

Kappingin byrjar ikki fyrr enn 11.mars, men longu nú eru tað fleiri, ið halda, at NSÍ kann blíva FM vinnari 2018.

Tær metingarnar blivu helst sterkari í kvøld, tá NSÍ kunngjørdi á heimasíðu sínari, at felagið hevur skrivað sáttmála við Fróða Benjaminsen.

Hóast Fróði Benjaminsen er blivin 40 ára gamal, so telist hann framvegis millum allarbestu miðvallararnar í landinum.

Umframt Fróða Benjaminsen hevur NSÍ fyrr í ár eisini skrivað sáttmálar við verjuspælaran, Johan Troest Davidsen og áleyparan, Øssur Dalbúð.

Fróði Benjaminsen bleiv í fjør føroyameistari við Víkingi har Sámal Erik Hentze var venjari. Nú eru teir báðir aftur saman, hesa ferð í NSÍ.

Fróði Benjaminsen eigur metið fyri flest landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur spælt 93 A-landsdystir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519