- Tíðindi, mentan og ítróttur
Er helviti til? Føroyar eru eitt undantak í Evropa
Umleið triði hvør føroyingur sigur seg trúgva á ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Tað staðfestir ein kanning um trúgv og lívsáskoðan, sum Kringvarpið hevur gjørt saman við greiningarfyritøkuni Lóður í sambandi við nýggju sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar. Sí tølini her: https://kvf.fo/greinar/2018/02/22/tridi-hvor-tryr-himmal-og-helviti
Fyri at kunna samanbera við onnur lond er hesin spurningurin umsettur orð fyri orð eftir eini altjóða kanning hjá stóru ensku hagtalsfyritøkuni, Ipsos Mori. 23 lond úr øllum heimspørtum luttóku. Tá Føroyar fer inn í kanningina, sæst, at Føroyar eru millum tey londini í heiminum, har trúgvin á ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið er sterkast.
Um vit bara hyggja at evropeisku londunum í kanningini, sæst, at Føroyar eru ovast á listanum í mun til hendan spurningin.
Greiningarfyritøkan Lóður gjørdi kanningia á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku.