- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finnland við í friðarvarðveitandi átøkum
Bæði politiskir og hernaðarleiðarar og trygdarstjórar úr øllum heiminum eru við á ráðstevnuni.
Finski forsetin, Sauli Niinistø sigur, at Finnland eigur at verða við í friðarvarðveitandi átøkum í eystur Ukreina. Tað segði hann við journalistar á trygdarráðstevnuni í Múnchen.
- Tað er spuringur um størsta trupulleikan í Ukreina, og tað tykist, sum roynt verður at loysa hann. Finnland eigur at verða við bæði mentalt og fysiskt, segði Niinistø.
Slaka í tiltøkum
Á ráðstevnuni er sett fram uppskot um friðarvarveitandi átøk í ST-høpi í eystur Ukreina.
Týski uttanríkisráðharrin, Sigmar Gabriel, segði í talu síni í morgun, at slakast kann í tiltøkunum móti Russlandi, um semja fæst um friðarvarðveitandi tiltøk.
Fyrrverandi aðalskrivarin í Nato, Anders Fogh Rasmussen, hevur skotið upp at savna eina friðarvarðveitandi deild frá londum, sum ikki eru limir í Nato, - til dømis úr Finnland, Svøríki og Eysturríki.
Á ráðstevnuni hevur eisini verið kjakast um støðuna í Miðeystri og hóttanin við kjarnorkuvápnum frá NorðurKorea.