- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stykkja út í Runavíkar kommunu
10 grundstykkir verða nú stykkjaði út í Kass í Rituvík.
Sáttmálið er er gjørdur við Fa. Verkon um at gera stykkinini byggibúgvin, sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.
Nakrar umsóknir liggja niðurfyri til hesa útstykkingina, og tey sum hava áhuga fyri at ogna sær grundstykki í Rituvík, kunnu venda sær til Runavíkar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni..
Tvær aðrar útstykkingarætlanir gerast veruleiki í næstum. Ein í Horni á Skála, sum tó er seinkað nakað.
Hin útstykkingin fer at fara fram í Leitinum í Saltangará/Runavík, og væntandi kann verkætlanin fara í útboð seint í vár ella tíðliga í summar. Í hesum økinum verður rúm fyri áleið 85 búeindum, sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.