- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý hava søkt stjórastarv
Trý hava søkt stjórastarv
Tríggjar umsóknir eru til stjórastarvið á Havstovuni.
09.02.2018 - 08:32
Trý fólk vilja vera stjóri á Havstovuni. Freistin at søkja starvið var úti í gjár, og tríggjar umsóknir komu inn, verður sagt úr Fiskimálaráðnum.
Starvið, sum stjóri á Havstovni er áramálssett, stendur í starvslýsingini.
Eilif Gaard er stjóri á Havstovuni, men av tí at stjórastarvið er áramálssett, skal tað lýsast leyst.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV