Gullheiðursmerki til stara í Mikladali

Gullheiðursmerki til stara í Mikladali
Ein ringmerktur stari er funnin deyður í Mikladali. Hann varð ringmerktur í Nólsoy og var soleiðis funnin 38 km burturi har hann varð ringmerktur
 
09.02.2018 - 09:46

Í gjár bleiv ein ringmerktur stari funnin deyður í Mikladali á Kalsoynni. Hann var ringmerktur í Nólsoy 24 juni 2016, og var soleiðis funnin 38 kilometrar burturi frá har hann varð ringmerktur. Hetta er longsti avstandur nakar føroyskur stari hevur flutt seg.

Føroyski starin er serligur, í mun til tann skandinaviska staran, við at hann flytur ikki suðureftir um veturin. Tó at vit vita at starin ferðast javnan millum oyggjar t.d. um Nólsoyarfjørð, so er tað er rættiliga óvanligt at síggja teir flúgva so langt sum hesin.

 

Starin varð funnin 38 kilometrar burturi frá har hann varð ringmerktur (Mynd: Sjúrður Hammer)

Starin sum varð funnin norðuri í Kalsoynni, er skrásettur sum hann, ið hevur flogið longst frá tí staðið har hann varð ringmerktur.

- Eitt flott virðiligt gullheiðursmerki til staran í Mikladali, sum sostatt gjørdist 594 dagar gamal, sigur Sjúður Hammer, ringmerkingarleiðari fyri Føroyar.

Í fyrstuni varð hildið, at starin í Mikladali, átti silvurheiðursmerkið. Har var ein annar stari, sum hevði flogið nakað longri. Hann var ringmerktur í Nólsoy og funnin aftur á Eiði, 42 km frá ringmerkingarstaðnum. Men eftir at hava kannað hesa fráboðan, varð mett, at hetta ikki var ein "góðkend" fráboðan. Tí varð hann ógildaður og misti gullheiðursmerkið. 

Meira kann lesast um staran við at trýsta HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519