Miðflokkurin eigur tingdagin

Miðflokkurin eigur tingdagin
Miðflokkurin eigur meginpartin av málunum, sum koma til viðgerðar í tinginum í dag
 
07.02.2018 - 10:00

Løgtingið skal taka støðu til, um Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Bill Justinussen um lønarútgjaldingar hjá kommunum til limir í pedagogfelagnum undir verkfallinum.

Tingið fer at viðgera eitt uppskot frá Miðflokkinum um at broyta kommunustýrislógina soleiðis, at borgarstjórar eisini kunnu sita í løgtinginum samstundis.

Sambært uppskotinum skal tað ikki vera ein meiriluti í einum kommunustýri, sum skal gera av, um ein borgarstjóri í fullum starvi kann røkja annað fólkavalt starv.

Eftir fyrstu viðgerð fer uppskotið í rættarnevndina. 

Miðflokkurin eigur eisini uppskotið til samtyktar um royndarskipan við medisinskum cannabis. Tað málið verður beint í trivnaðarnevndina.

Munnligir fyrispurningar frá løgtingsfólkum til landsstýrisfólkini eru eisini á skránni fyri tingfundin í dag, sum byrjar klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535