Kunngerðin kom 1.juli, Váðaráðið ikki skipað enn

Kunngerðin kom 1.juli, Váðaráðið ikki skipað enn
Fráboðan kemur um ráðið um tvær vikur, sigur Løgmansskrivstovan
Váðaráðið skal lofta váðunum, sum standast av pengum.
 
24.01.2018 - 12:41

Tað dregur út at fáa Føroya váðaráð skipað.

Men úr Løgmansskrivstovuni verður sagt, at um 14 dagar verður kunngjørt, hvør verður í fyrsta ráðnum.

Váðaráðið er partur av lógini um Landsbankan. Tann parturin varð settur í gildi við kunngerð 1.juli í fjør.

Men enn er ráðið ikki skipað. 

Løgmaður velur limir í Føroya váðaráð eftir tilmælum.

Fimm fólk

Landsbankin hevur tilmæli um tveir fólk, Búskaparráðið eitt og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tilmælir tvey fólk í Váðaráðið.

Stjórin í Landsbankanum verður forkvinna í ráðnum.

Bíðað verður eftir innstillingini frá Búskaparráðnum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.

Føroya váðaráð skal tryggja, at føroyskir myndugleikar í góðari tíð fáa ávaringar um fíggjarligar váðar í samfelagnum, og tilmæli um átøk, sum kunnu fyribyrgja, at fíggjarligir váðar gerast til framtíðar fíggjarkreppur.

Føroya váðaráð fer at lata Skráseting Føroya, Tryggingareftirlitinum ella landsstýrinum tilmæli og ávaringar.

Føroya váðaráð skal eisini geva peningastovnunum í Føroyum ávaringar og tilmæli, hóast bankar og sparikassar í Føroyum eru danskt málsøki og tí eru undir danska váðaráðnum, Det Systemiske Risikoråd.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109