- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj lóg: djóravælferð í staðin fyri djóravernd
Djóraverndarlógin frá 1985 noyðist nú at víkja fyri nýggjari lóg um djóravælferð.
Vinnumálaráðið hevur sent uppskotið um nýggju lógina til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 31.januar.
Endamálið við lógini er at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri djórum.
Lógin ásetur tær skyldur, sum eru galdandi í viðurskiftunum millum fólk og djór, bæði vill djór og djór, sum eru í varðveitslu hjá fólki.
Lógin setir krøv um røkt og viðferð.
Spurningurin um at endurskoða djóraverndarlógina hevur verið frammi við jøvnum millumbilum, men bara smærri broytingar eru gjørdar farnu 30 árini, sigur Vinnumálaráðið.
Yvirskipað og í smálutum
Galdandi lóg er í støðum rættiliga yvirskipað.
Aðrastaðni skipar hon ávís viðurskifti í smálutir.
Samstundis eru síðani 1985 hendar stórar broytingar í vinnuligum djórahaldi, til dømis í alingini og í fjósunum.
Tað er hent, uttan at hesi viðurskifti eru neyvari skipað í lógini.
Alt fleiri fólk fáa sær kelidjór ella stuttleikadjór, eisini við aling og sølu fyri eyga, stendur í viðmerkingunum hjá Vinnumálaráðnum.