- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirvísingarstýri setast á stovn
Nú verður ein umskipan framd innan bygnaðin í Mentamálaráðnum og nøkrum fyrisitingarligum eindum.
Eitt undirvísingarstýrið verður skipað, sum skal taka sær av fyrisitingarligu rakstraruppgávunum, sum annars hava verið í Mentamálaráðnum.
Tað vil siga, at uppgávur og starvsfólk innan útbúgvingarøkið, sum ikki eru beinleiðis tengd at politisku umsitingini, verður flutt úr Mentamálaráðnum.
Tað er serliga rakstrarliga fyrisitingin av fólkaskúlanum, og í ávísan mun eisini miðnámsskúlum og øðrum pørtum av undirvísingarverkinum.
Studni, Yrkisdepilin, Musikkskúlin og Próvstovan verða knýtt at Undirvísingarstýrinum fyri at fáa størri samskipan og samanhang í rakstrarligu fyrisitingina.
Broytingin verður gjørd innan fyri verandi starvsfólkaorku í Mentamálaráðnum.
Mentamálaráðið boðar frá, at farið verður nú undir at leggja ítøkiligu ætlanina til rættis saman við starvsfólkunum á stovnunum.
Tað fer at helst at taka nakrar mánaðirnar, kanska eitt ár.
Í næstum verður eisini søkt eftir stjóra til Undirvísingarstýrið.